Í morgun boðaði løgreglan frá, at tey fara at taka málið um Mariu Fuglø Christiansen uppaftur til nýggja viðgerð. 16 ára gamla gentan varð funnin deyð á sjónum 21. november í 2012 við byrgingina millum Norðdepil og Hvannasund. Tá staðfesti eitt læknasýn av líkinum, at hon varð druknað.
Eitt lítið ár aftaná gravaði løgreglan líkið av ungu gentuni uppaftur. Tá varð sagt, at hetta var fyri at binda um heilan fingur. Tá var úrslitið av líksýninum tað sama sum í 2012 - at Maria Fuglø Christiansen var druknað.
Les alt um málið her: Hetta er søgan um gentuna í Hvannasundi
Men í dag er so komin ein fráboðan um, at fyri aðru ferð ætlar løgreglan sær nú at taka málið um 16 ára gomlu gentuna uppaftur til nýggjar kanningar.
- Málið um Mariu Fuglø Christiansen blívur við at spøkja. Vit blíva við at hoyra slatur, sum gevur okkum orsøk til at kanna málið nærri, sigur Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni. Og tí vil hon nú eisini binda um heilan fingur.
- Nú skulu vit venda hvørjum steini. Tað blíva við at vera leysir endar, sum koma fram. Tí leita vit nú eftir fólki, sum halda seg vita okkurt um málið, sigur Hildur Hentze. Hon sigur, at tað er ikki nakað beinleiðis nýtt komið fram í málinum, tó at tað eru viðurskifti rundan um hesa avgerð, sum gera, at løgreglan vil taka málið uppaftur.
- Nú mugu vit royna at fáa fatur á øllum endum í hesum málinum, og fáa lýst málið so gjølla, sum til ber. So má kanningararbeiði bera ella bresta, sigur Hildur Hentze. Í hesum kanningararbeiðnum verður tó ikki mett neyðugt at kanna líkið aftur.
Líkið hjá ungu gentuni varð grivið uppaftur í 2013, og tað var gjørt sum liður í kanningararbeiðnum hjá løgregluni av ógvusligum kníválopi á Norðdepli í 2013, har ein 18 ára gamal maður stakk fýra fólk við knívi. Hesin 18 ára gamli maðurin hevði samband við 16 ára gomlu Mariu, og hesi høvdu áður verið par.