Annað jólakvøld var sum væntað eitt rokut kvøld hjá løgregluni í Havn.
Einar 10 ferðir var neyðugt at senda boð eftir sjúkrabilum, tí fólk vóru dottin í hálkuni og brotið armar og bein. Í onkrum føri var eisini talan um harðskap, visti útvarpið at siga frá løgregluni í morgun.