Løgreglan havt lítið at gjørt

Góða veðrið um vikuskiftið hevur ikki havt størri arbeiðsbyrðu til løgregluna við sær. Stak friðarligt hevur verið, verður sagt av støðini í Havn

Sveinur Tróndarson


Veðrið hevur verið so vælsignað um vikuskiftið og tað plagar at hava við sær, at nógv fólk er í býnum. Og tá so er, plagar løgreglan eisini at hava sítt at síggja til. Soleiðis var kortini ikki um vikuskiftið.

Av støðini í Havn verður sagt, at tað hevur verið serstakliga friðarligt í býnum um vikuskiftið.

- Lagið hevur verið gott og fólk hava hugnað sær. Onkur hevði fingið ov nógv innanborðað, og tí hava vit havt sjey liggjandi gestir um vikuskiftið. Men tað er so at siga tað einasta, sigur vakthavandi á støðini í Havn.

Úr Suðuroynni eru boðini tey somu. ? Telefonin hevur ikki ringt um vikuskiftið, so vit hava bara koyrt runt ymsastaðni í oynni, sigur vakthavandi á Tvøroyri.

Heldur ikki í Vágum hendi stórvegis. Tvey smærri ferðsluóhapp vóru í Sandavági, eitt leygardagin og eitt sunnudagin, men annars kundi løgreglan har brúka orkuna upp á ferðafólkini, sum komu um vikuskiftið.