Løgreglan hartar ráðharran

Danski løgmálaráðharrin stendur fyri skotum í lýsingum, sum fakfelagið hjá donsku løgregluni hevur í dagsins bløðum Tað er ikki á hvørjum degi, at donsk løgreglufólk alment finnast at landsins løgmálaráðharra, sum er ovasti politiski myndugleiki hjá løgregluni.

Í dag hevur fakfelagið hjá løgregluni stórar lýsingar í øllum teimum størstu bløðunum, og allar eru vendar ímóti Brian Mikkelsen, løgmálaráðharra.

Formaðurin í fakfelagnum, Peter Ibsen, sigur við Berlingske Tidende, at støðan er ótolandi hjá limum felagsins. Hann vísir á, at løgreglan er alt ov illa mannað til uppgávurnar.

Brian Mikkelsen sigur við blaðið, at tað verður betur, og at 300 løgreglufólk koma afturat í ár og næsta ár umframt skrivstovufólk.