Løgreglan ger grein 13-kanningar um alt landið

Grein 13

Løgreglan er nú farin undir at kanna bilar kring alt landið, og fyrstu átøkini hava longu verið í dag og í gjár.
Hetta eru sonevndar grein 13-kanningar.
Í gjár kannaði løgreglan tilsamans 228 bilar á fýra ymiskum støðum í Suðuroy.
38 frágreiðingar vórðu skrivaðar, harav tær flestu vóru fyri vantandi trygdarbelti, vantandi koyrikort, ymiskar lyktafeilir og niðurslitin ella skeiv dekk.
Aftrat hesum gav løgreglan í kanningunum í Suðuroy 29 átalur fyri ymisk smærri brek.
Í dag hevur løgreglan eisini kannað bilar á Vegnum Langa í Havn.
Tilsamans 83 bilar vórðu kannaðir, harav 13 frágreiðingar vórðu skrivaðar fyri eitt nú lyktafeilir, vantandi koyrikort og slitin dekk.
Aftrat teimum 13 frágreiðingunum, gav løgreglan 7 bilførarum átalur.
Í hvørjum einstøkum føri, har frágreiðing verður skrivað, verða bøtur givnar, og minsta bótin eftir broytingunum í ferðslulógini er 500 krónur.
Løgreglan sigur, at átøkini, sum nú eru sett í verk, ætlandi verða um alt landið í hesi vikuni og í næstu viku.