Trygdarspurninginum verður ikki givin nóg stóran ans í ferðsluni, tí stutt eftir vóru dømi um bilar, har ljósini ikki vóru í lagi.
Kanningar vísa eisini tað, at førarnir ofta ikki hava koyrikortið hjá sær. Tey í bilinum eru ikki øll líka røsk at nýta trygdarbeltið.
Hesum - og um øll hava skift dekkini til summardekk - fer politiið serliga at kanna í mai og nakað inn í juni mánað.
Sjálvandi vóna vit ikki, at bøturnar gerast ov mangar. Hetta fáa vit tó ikki at vita fyrrenn kanningarnar eru liðnar.









