Hóast tey bæði vakmyndatólini, ið løgreglan setti upp á Pusher Street í Christiania í gjár ikki fingu frið serliga leingi, so fellir løgreglan ikki í fátt.
Í morgun vóru løgreglumenn nevniliga aftur á staðnum og settu tvey nýggj vakmyndatól upp á sama staði sum í gjár.
- Nú vóna vit, at tey verða verandi her, sigur Dannie Rise, leiðari fyri Politi Task Force Pusher Street, við Danmark Radio.
Endamálið við vakmyndatólunum er av steðga søluni av hash í Pusher Street og ræða møguligar keyparar burtur frá staðnum.
Fyrsta royndin í gjár eydnaðist ikki serliga væl, tí einans nakrar fáar tímar eftir, at tey vóru komin upp, varð tað eina tikið niður, meðan hitt bleiv dekkað til.










