At næmingarnir steðga ferðsluni í Hoydølum er munandi frægari enn tað, sum gekk fyri seg fyri nøkrum árum síðani.
Í morgun hevur løgreglan verið í Hoydølum, har næmingar í studentaskúlanum hava forðað morgunferðsluni í at koma til og úr Havnini. Tey steðga bilum og bjóða fólki bomm í einum veitslurúsi og síðani sleppa bilarnir víðari. Løgreglan sigur, at málið nú er loyst, og ný kunnu bilarnir koyra sum vant.
Hetta er ein afturvendandi trupulleiki, sum ger um seg á hvørjum ári. - Vit royna at loysa støðuna á mest skynsama hátt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini, tá ið hann er spurdur um, hvørt løgreglan skrivar bøtur til nakran í samband við hendingina.
- Vit royna ikki at skriva nakrar bøtur, tí taka vit tvey, so standa tíggju sama stað næsta ár. Hetta eru ungdómar, sum stuttleika sær, sigur vakthavandi og minnist aftur á støðuna fyri trimum, fýra árum síðani, tá ið Handilsskúlin og Studentaskúlin høvdu siðvenju fyri at gera herverk hjá hvørjum øðrum.
- Tá vóru tey ungu skrivað upp fyri herverk, tí tey gjørdu herverk hjá hvørjum øðrum. Til dømis vóru øll vesini í Hoydølum brotin sundur einaferð, og so sjálvandi skuldi Studentaskúlin hevna seg og gera okkurt líka ógvusligt aftur á Handilsskúlanum. Tað var heilt ein onnur støða, greiðir vakthavandi frá.
Tann trupulleikin er tó loystur í dag, tí nú er einki kapping millum skúlarnar longur.