Okkurt bendir á, at føroyska løgreglan kann fáa óvanligar uppgávur og avbjóðingar í komandi tíðum. Í tveimum førum kann talan verða um tiltøk frá umhvørvisfelagsskapum. Onnur hóttanin kemur frá víðgongda felagsskapinum EIA við Paul Watson á odda. Hann er á veg til Føroya fyri at steðga grindadrápi. Hin møguliga hóttanin kann koma frá tí meira hóvliga Greenpeace-felagsskapinum, sum kann hugsast at vilja forða oljuleiting á føroyska landgrunninum.
Løgreglan í Føroyum er fyrireikað til hesar avbjóðingarnar. Jón Klein Olsen, sum herfyri varð settur sum politiovasti, sigur, at teir hava fyrireikað seg, hvussu teir skulu bera seg at móti møguligum tiltøkum frá Greenpeace, tá oljupallar fara at leggja leiðina inn á føroyskt øki. Hann vil ikki í løtuni gera nakrar viðmerkingar til, hvussu teir vilja fyrihalda seg til hitt málið, Watson og grindina. Annars vita danskir fjølmiðlar at siga frá, at samstarv er millum føroysku og donsku løgregluna í sambandi við møgulig tiltøk frá Watson í sambandi við grindadráp.
Greenpeace og oljan
Sjálvur hevur hann herfyri tikið útbúgving í Danmark. Í hesum sambandi gjørdi hann eisini eina projektuppgávu, sum nettupp hevur atlit til komandi oljuleiting. Hon bar heitið ?Oljuídnaðurin - ein avbjóðing fyri løgregluna í Føroyum?.
Í sambandi við uppgávuna var Jón Klein Olsen á kanningarferð í Noregi, har hann kunnaði seg við norsk viðurskifti. Spurningurin hann arbeiddi við var m.a., hvørjar uppgávur løgreglan kann koma út fyri í sambandi við oljuvinnuna, og hvussu vit skulu fyrireika okkum.
Her er bæði talan um arbeiðsvanlukkur, umhvørvisvanlukkur, terrorvirksemi osfr.
Tað, sum er sermerkt fyri okkum í Føroyum, er, at økini, har leitað fer at verða eftir olju, liggja rættiliga langt úr landi. Hetta setir stór krøv til løgregluna og til eina tilbúgvingarskipan.
Løgreglan hevur ætlanir um at útbúgva ein bólk við seks løgreglufólkum við serligum atliti til nettupp eina komandi oljuleiting.
Jón Klein Olsen vísir á, at meðan vit eru von við at kanna arbeiðsvanlukkur á landi, so er tað øðrvísi úti á opnum havi. Her verður tí talan um at kanna, hvussu lívið er umborð á einum boripalli, hvørjar trygdarreglur eru galdandi, leiklutin hjá tyrlum osfr. Ætlanin er at samstarva við løgregluna í Stavanger, har teir hava serfrøðingar á økinum. Her verður so eisini talan um at fáa norðmenn at hjálpa okkum við skeiðum. Ætlanin er at skipa okkara egnu skeið út frá okkara egnu fortreytum og her kunnu norðmenn vera við til at leggja tey til rættis, soleiðis at vit eru tilreiðar at taka ímóti avbjóðingum av ymsum slag longu í ár 2001.
Jón Klein Olsen sigur, at tað er sera umráðandi at hava eina tilbúgvingarskipan, tá ein oljuvinnu tekur seg upp her av álvara. Og har verður eisini neyðugt at fyrireika seg til ringast hugsandi vanlukkur.
Hann sigur, at tað er sera umráðandi, at føroyingar eru líka væl fyrireikaðir sum umhvørvisfelagsskapirnir, tá oljuleitingin byrjar við Føroyar. Hann vil ikki siga, hvussu løgreglan fer at fyrihalda seg til møgulig tiltøk, bara tað at teir eru fyrireikaðir.
Herfyri vísti ein skotskur løgfrøðingur í samrøðu við Sosialin, nettupp á týdningin tað hevur fyri komandi oljuleiting við Føroyar, at bæði løgreglan og lógarverkið eru tilreiðar til nýggju avbjóðingarnar.nskt, áðrenn tær kundu dømast, tí tað varð sagt, at eingin próvdómari í biologi og samfelagsfrøði, sum skilti føroyskt, var tøkur.
Teir næmingarnir, sum fóru til próvtøku í biologi og samfelagsfrøði, skuldu, tá teir settu seg við próvtøkuborðið, skriva undir uppá, at teir heimilaðu, at uppgávurnar vórðu umsettar til danskt, áðrenn tær vórðu dømdar. Av umleið 35 næmingum vildu tólv næmingar ikki skriva undir, og tískil fingu teir einki prógv, men eina váttan um, at teir høvdu gingið á skúlanum í trý ár, at teir høvdu fingið øll próvtølini uttan í skrivligari biologi og samfelagsfrøði, og tískil ikki høvdu staðið royndina.
Stórar broytingar
Jógvan Jespersen staðfesti, hvussu stórar broytingarnar hava verið hesa síðstu fjórðings øldina. Nú verður tosað og skrivað á føroyskum, og nú snúgva uppgávurnar seg um føroysk viðurskifti. Tað gjørdu tær ikki í 1975.
Tað árið var heitið á skrivligu uppgávunum í biologi ikki serliga vinarligt móti føroysku næmingunum. Teir skuldu Give en økologisk beskrivelse af en dansk løv? eller nåleskov. Og teir skuldu anføre nogle sandsynlige konsekvenser med hensyn til frøens biologi i Danmark.
Hetta sigur okkum, at talan ikki bara var um ein danskan skúla, tá tað snúði seg um málið, men eisini um innihaldið.
Ivaleyst setur danska undirvísingarverkið framvegis sín dám á føroysku miðnámsútbúgvingarnar. Og ivaleyst verður gongdin í framtíðini tann, at útbúgvingarnar fara at gerast alt meiri altjóða kendar, men tað er einki at ivast í, at á summum økjum hevur tað gingið rætta vegin síðstu fjórðings øldina.
? At næmingarnir ofraðu prógvið fyri móðurmálið tykist ikki hava skaðað útbúgvingar? og virkisleiðina. Próvleysu næmingarnir síggjast aftur nógva staðni í samfelagnum, og tveir teirra hava verið valdir inn á ting fyri sambandsflokkin, segði Jógvan Jespersen, sum harvið vísti til Bjørn á Heygum og Marius Dam.
Hugnalig samvera
Í fjósinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali fingu luttakararnir ábit eftir túrin í Reynsmúlalág.
? At ganga niðan á Reynsmúlalág og aftur í fjósið hjá Ríðingarfelagnum var eingin trupulleiki hesa ferð. Men spurningurin er, hvussu tað fer at verða, tá vit fara at halda hálvt hundrað ára dagin, helt ein av luttakarunum.
Í Hoydølum var veitsla seinni um kvøldið. Tað var dýrdarveður, og skipað var fyri myndatøku uttanfyri skúlan ? akkurát sum fyri 25 árum síðani. Næmingarnir stóðu og sótu í somu røð, sum teir sótu og stóðu tá, men onkur helt fyri, at beinkirnir tóktust eitt sindur tódnaðir!
Undir borðhaldinum vóru fleiri røður. Fýra lærarar vóru møttir. 87 ára gamla Daniella Olsen, sum vísti seg at vera sera væl fyri, og so tær yngru Katrin Thomassen, Inge Flø Jørgensen og Jette Hoydal. Jette mintist í síni røðu aftur á, at hesin árgangurin var tann fyrsti, sum hon undirvísti í Hoydølum. Nú er tað næsta ættarliðið, sum fær málsliga undirvísing, og sum tað verður roynt at læra upp til ábyrgdarfullar og sosialt medvitandi samfelagsborgarar.
Dýrdarveðrið gjørdi, at tað bar til at hugna sær bæði inni og úti. Eitt orkestur spældi, og tá tað leið nakað út á náttina, fór Sámal Ravnsfjall á pallin og sang um medistaran í karry.
Nakrir fáir næmingar høvdu ikki umstøður at vera við leygardagin. Fyri tey, sum hittust, var talan um ein framúr hugnaligan dag. Onkrir floksfelagar høvdu ikki hittst hesa síðstu fjórðings øldina. Semja var um, at so long tíð skal ikki renna, áðrenn tað næstu ferð verður skipað fyri felags samveru.th;ur uppaftur neyðugari í einum føroyskum sjálvberandi fiskivinnubúskapi.
Við tøkk fyri upptøkuna.
Egil Olsen - fiskivinnufrøðingur
Myndatekstur (Mynd av Egil Olsen)
Vit sóu í kreppuárunum, hvussu alt samfelagið ávirkaðist av tí negativu gongdini í fiskivinnuni og vit síggja í dag, hvussu alt samfelagið ávirkast av tí positivu gongdini í fiski- og alivinnuni.Ì eini tíð, har fría kappingin ræður og har broytingarnar henda skjótari enn nakrantíð, er tað sera umráðandi altíð at vera kappingarførur mótvegis kappingarneytunum. Hetta krevur gransking, sigur Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur, sum her roynir at birta uppundir kjak um føroyska fiskivinnugransking









