Løgreglan fulla úrtøku

Ein hending í Klaksvík fríggjadagin førdi til, at løgreglan á staðnum fekk fatur í tveimum bilførarum, ið løgreglan metir framdu brot á ferðslulógina. Hendingin fór fram, tá ein bilførari, sum skuldi koyra inn á Magn-støðina í Klaksvík, varð árendur av øðrum bili, sum kom koyrandi eftir høvuðsvegnum. Óhappið hendi, tá bilførarin, sum skuldi koyra inn á Magn, var byrjaður at snara.

Knappliga var ein annar bilur har og rendi inn í síðuna á bilinum hjá honum.

Tá løgreglan kom uppí málið, vísti tað seg, at bilførarin, sum rendi á bilin, ið skuldi inn á Magn, var rættiliga ávirkaður av rúsdrekka.

Løgreglan metir í fyrsta umfari, at bilførarin, sum skuldi inn á Magn, breyt víkiskylduna, eins á bilførarin, sum koyrdi á, breyt ferðslulógina, tí viðkomandi var týðiliga ávirkaður av rúsdrekka.

Soleiiðis fekk løgreglan upp í posa í sekk í einari og somu hending.

Báðir bilførararnir - bæði tann, sum breyt víkiskylduna og tann, sum koyrdi við kenning - fáa sekt fyri síni brot á ferðslulógina.