Løgreglan: Framyvir geva vit bøtur á hesari gøtu

Løgreglan ávarar nú fólk um Varðagøtu í Havn

Tá ið løgreglan gjørdi kanningar í Varðagøtu fyrr í vikuni, vóru 17 bilar máldir at koyra skjótari enn 40 km/t og fimm koyrdu so mikið skjótt, at talan skuldi vera um treytaða frádøming.

 

 

Hetta bleiv tó ikki til nakað, tí løgreglan hevur havt illgruna um, at fólk ikki vita, at Varðagøta er sett sum ein 30 km/t sona.

 

 

Tí sigur løgreglan í morgun, at framyvir fara tey ikki at ávara fólk um koyrireglurnar har, men heldur at fylgja lógunum og geva fólki bøtur, um tey koyra skjótari enn hetta.

 

 

Orsøkin er, sambært vakthavandi á løgreglustøðini, at Varðagøta ikki er gjørd til at koyra skjótari. Hetta bæði tí, at tað er óskil á fótgangarafeltum og tí, at barnagarður og skúli er á gøtuni.