Løgreglan: Fleiri fólk endað á skaðastovuni

Ólavsøka er, og tað merkir, at høvuðsstaðurin er á tremur við fólki, sum spáka oman og niðan áarvegin, ólavsøkuskrýdd.

 

Løgreglan sigur, at í nátt og í gjárkvøldið eru fleiri fólk endað á skaðastovuni við brotum og skaðum av ymiskum slag, tí tey eru dottin í býnum.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at summi hava fingið skaða í trappum, onnur í trampolin og summi eru bara dottin, tí tað er harður streymur á gongugøtuni í Havn.

 

Sum vera man er tað fyllskapur, sum fyllir skránna hjá løgregluni hesar dagarnar. Løgreglan tók í nátt ein bil, har hassj varð funnið, sum tey í bilinum ætlaðu at roykja í bilinum. Tað varð tikið frá teimum og tey eru nú skuldsett.

 

Somuleiðis tók løgreglan ein bilførara, sum varð ávirkaður av rúsdrekka, í gjárkvøldið.