Løgreglan fingið fleiri tipp síðan handtøkuna

Í dag hevur norska løgreglan kannað eina smáttu, sum Tom Hagen eigur.

 

 

Eftir at 70 ára gamli, Tom Hagen, í vikuni varð handtikin á opnari gøtu í Lørenskog, skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni, hevur norska løgreglan fingið fleiri tipp aftrat í Hagen-málinum. Á rættarfundi í Noregi í gjár gjørdi dómarin av, at Tom Hagen skal varðhaldsfongslast í fyribils fýra vikur, meðan kanningar verða gjørdar í málinum.

Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, heldur, at grundarlagið, sum løgreglan hevur í málinum, er sera veikt, og sjálvur hevur miljarderurin, Tom Hagen, sagt, at hann als einki hevur við burturblívingina av konu síni at gera.

Siðan hin 31. oktober í 2018, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heimi sínum í Lørenskog, hevur eingin hvørki hoyrt ella sæð nakað til hennara, og norska løgreglan heldur nú, at tað er maður hennara, sum er orsøkin til hennara lagnu.

Síðan handtøkuna av Tom Hagen hevur norska løgreglan fingið fleiri tipp í Hagen-málinum. - Fleiri av tippunum verða kannaði, sigur Tommy Brøske, kanningarleiðari hjá løgregluni.

Í dag hevur norska løgreglan verið í einari smáttu, sum miljarderurin eigur á Kvitfjell, men løgreglan vil einki siga um, hvat tey fingu burtur úr hesum. - Vit kunnu bara vátta, at vit nú hava eftirlit við smáttuni hjá Tom Hagen, sum lið í kanningararbeiðnum, sigur Tommy Brøske.

Kanningarleiðarin upplýsir annars, at fleiri avhoyringar av Tom Hagen eru ætlaðar teir næstu dagarnar. Verjin hjá miljarderinum, Svein Holden, upplýsti í dag, at avgerðin í tingrættinum um at varðhaldsfongsla Tom Hagen verður kærd.

Tað er VG, sum ber hesi tíðindi um Hagen-málið í kvøld.