Løgreglan fer nú at kanna eldsbrunan

Fútin, Karen Marie Olesen, sigur í tíðindaskrivi seinnapartin í dag, at Athena nú er trygg, og at løgreglan nú fer at kanna orsøkina til eldin.

Eins og hini tíðindaskrivini, sum fútin hevur sent út í samband við Arhenu, verður víst til seinasta skriv, sum kom í gjár.

Í tíðindaskrivinum er ikki so nógv nýtt, men nú sigur Karen Marie Olesen tó fyri fyrstu ferð, at skipið er trygt, men at arbeitt verður framvegis við at tøma tangarnar.

Fútin sigur eisini, at orsøkin til endsbrunan nú skal kannast av løgregluni, og tað má so merkja, at Skálafjarðar Sløkkilið, sum hevur havt ábyrgdina av trygdini umborð, metir, at løgreglan nú kann fara í holt við sítt arbeiði.

Í tíðindaskrivinum í dag verður eisini víst til tilráðingina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sum sigur, at mælt verður framvegis frá at fiska á Skálafjørðinum.