Løgreglan fer ikki eftir leiðsluni á Landsverki

Tað verður eingin løgreglukanning gjørd av Landsverki ella starvsfólkum hjá Landsverki fyri at hava brúkt pengar í heimildarloysi.

Tað boðar ákæruvaldið frá í dag.

Tað var í sambandi við byggingina av Glasir og av H-bygninginum hjá Landssjúkrahúsinum, at eitt løgfrøðiligt upprit mælti til at lata fútanaum málið.

Tað gjørdi Heðin Mortensen, sum tá var landsstýrismaður í samferðslumálum.

Men nú er greitt, at løgreglan ger einki við málið, tí hildið verður, at einki revsivert er farið fram.