Hesa næstu tíðina fer løgreglan at hava eitt vakið eyga við ferðsluni við skúlarnar um morgunin, tá ið skúlin byrjar.
Løgreglan plagar at kanna ferðsluna við skúlarnar um morgunin, men nú hava tey gjørt av at gera tað til eitt beinleiðis átaksøki og sostatt hava tey sett sær fyri, at ferðslan í sambandi við skúlarnar skal vera eitt øki, tey serliga skulu seta kikaran á.
Í hesum sambandi fara tey serliga at ansa eftir, um tey sum koyra børn í skúla hava tryggjað sær, at tey sita í trygdarbelti – og at tey eru fest eftir forskriftunum. Men í sama viðfangi fer løgreglan eisini at hyggja eftir, um bilførarin tosar í handhildnari fartelefon, samstundis sum tey fara at hava eyguni eftir dekkunum og um bilurin, í aðrar mátar, er eftir forskriftunum. Og so verður sjálvandi eisini hugt eftir um bilførarin sjálvur situr í trygdarbelti og annar verður hugt eftir, um koyrt verður við skili og varsemi.
Fyrsta stigið í nýggja átakinum hjá løgregluni varð tikið í morgun, tá ið løgreglan stóð við skúlan í Hoyvík og kannaði ferðsluna. Men tey siga, at har var støðan fyrimyndarlig, tí eingin bilførari varð skrivaður upp fyri nakað lógarbrot. Men hesa næstu tíðina er sostatt væntandi at síggja løgregluna við skúlarnar kring landið um morgunin.
Eru børn undir 15 ár í bilinum, er tað bilførarin, sum hevur ábyrgdina av, at tey sita í trygdarbelti, og gera tey ikki tað, fær bilførarin klipp í koyrikortið umframt eina bót.
Men tað er ikki nokk, at tey sita í trygdarbelti, tey skulu eisini verða spent eftir forskriftunum. Eitt ítøkiligt dømi, tey hava havt, er, at eitt barn hevur sitið í trygdarbelti, men við eini skúlatasku á rygginum, og tað er ikki eftir forskriftunum, so eisini tað kostaði bilføraranum eina bót og eitt klipp í koyrikortið.
Løgreglan hevur onkuntíð sagt, at tað eru serliga tvær umberingar, tey javnan hoyra fyri at børnini ikki sita í trygdarbelti. Onnur er, at tey høvdu slíkan skund, at tey góvu sær ikki stundir til at spenna børnini í trygdarbelti og hin er, at túrurin er so stuttur, tey tey hildu ikki, at tað bilaði. Men hvørgin av hesum frágreiðingunum rína við hjá løgregluni, hava tey sagt.