Løgreglan í Føroyum fær chili í dós at sissa fólk við

Piparspray verður nú ein fastur partur av útgerðini hjá løgregluni í Føroyum. Tað er bæði nógv tryggari fyri løgreglufólk og fyri fólk, sum ikki kunnu tosast til sættis

Løgreglan í Føroyum fær nú eitt nýtt amboð at brúka, tá ið brúk er fyri at sissa fólk, ella eina mannamúgvu.

Tað er piparspray, sum nú verður ein fastur táttur av útgerðini, tá ið løgreglufólk fara í býin á patrulju, ella verða boðsend til bardaga ella ófrið og tað verður brúk fyri at sissa fólk.

Men at kalla tað piparspray, er kanska ikki heilt rættvíst, tí í veruleikanum er talan um eina blanding av oljum og chilipulvuri, hóast chili og pipar eru plantur, sum eru í ætt.

- Sostatt er talan um eitt reina reina nattúruvøru, sigur Jákup Alberg Berg á løgreglustøðini í Havn, sum verður tann løgreglumaðurin, ið skal standa fyri at undirvísa løgreglufólkunum í, hvussu piparspray skal brúkast í teirra dagliga arbeiði.

- Hetta er ein valdsmiðil, sum løgreglan fær afturat og sum vit leingi hava ynskt okkum, sigur Jón Klein Olsen, politiinspektørur.

Hann sigur, at tað verður 1. juni, at løgreglan í Føroyum fer at hava piparspray, sum fastan part av útgerðini og henda tíðin, fram til tá, skal brúkast til at undirvísa løgreglufólkunum í at brúka hetta nýggja amboðið.

Tey fáa eisini undirvísing í, undir hvørjum umstøðum, tað kann koma upp á tal at brúka piparspray og um, hvussu tað virkar upp á fólk.

Samstundis er ætlanin at kunna almenningin væl og virðiliga um, hvat piparspray er fyri nakað og, hvussu tað virkar.


Nógv tryggari

Jón Klein Olsen sigur, at piparspray er ein maktmiðil, sum er nógv tryggari enn hinir maktmiðlarnar, sum løgreglan annars hevur, bæði skammbyrsa og stavur.

- Piparspray er ein ógvuliga effektivur og púra óskaðiligur máti at sissa fólk sum, tað annars ikki ber til at tosa til sættis.

Tann, sum fær piparspry í eyguni er bæði liðugur sum slagsbróður og poppsangari, og fær onki gjørt.

Viðkomandi verður fyribils blindur og fær ikki hugt og fær sostatt heldur onki gjørt.

Men piparspray virkar í einar tveir tímar og eftir tað eru ongi árin yvirhøvur.

Sostatt ber til hjá løgregluni at sissa fólk við piparspray, uttan at skaða tey tað allarminsta og uttan at løgreglufólk og tey, sum hava skulu sissast, koma í beinleiðis bardaga.

Jákup Alberg Berg sigur, at sostatt er piparspray eitt sera hent amboð.

- Veruleikin er, at 9 av 10 fólkum, sum gera um seg í so stóran mun, at løgreglan má upp í, angra tað so staðiliga aftaná og tí er tað hent at hava eitt amboð, sum kann sissa tey, uttan at skaða tey tað allarminsta.

Men hóast tað er púra óskaðiligt, er tað alt annað enn stuttligt at fáa piparspray í andlitið, tí tað svíður illa, fær teg at hosta og at missa sjónina, so har er onki at gera.


Piparspray

Piparspray er ein dós við eini sterkari blanding av vatni, olju og chilipulvuri. Piparspray minnir um táragass, men er nógv sterkari.

Piparspray verður sprænt á fólk seks, sjey metrar frá og skal tað virka best, skal viðkomandi rakast í pannuna.

Tað elvir alt fyri eitt til eygnakrampar og sostatt eisini til at viðkomandi missir sjónina í ein tíma ella so.

Piparspray virkar, hóast viðkomandi letur eyguni aftur, tí so skjótt, eyguni verða latin upp aftur, fer tað at virka.

Piparspray virka alt fyri eitt og er sostatt eitt sera effektivt amboð at sissa fólk við, sum annars ikki kunnu tosast til sættis.

Løgreglan hevur bara loyvi at brúka piparspray, tá ið stórur vandi er fyri lívi og heilsu, ella tá ið stórur vandi er fyri álopi á týðandi stovnar, virki ella verkløg, ella tá ið løgreglan ikki fær útint sítt arbeiði og løgreglufólkini meta, at tað í hesum sambandi er neyðugt og forsvarligt at brúka spray og tá ið tað ikki røkkur við øðrum maktmiðlum.

Tá ið tað ber til, skal løgreglan ikki brúka piparspray uttan at ávara um tað frammanundan.

Royndir úr øðrum Norðurlondum vísa, at piparspray hevur ført við sær, at løgreglufólk fleiri ferðir eru sloppin undan at draga skammbyrsuna, ella at brúka aðrar maktmiðlar, sum kundi elvt til skaða.

Royndir í øðrum Norðurlondum vísa eisini, at piparspray hevur elvt til, at nógv færri løgreglufólk eru fyri harðskapi enn tey vóru frammanundan.

Annars er ólógligt hjá vanligum fólki at brúka útvega sær piparspray, tí tað verður mett sum eitt brot á vápnalógina og verður sostatt revsað við bót.

Tann, sum brúkar piparspray ímóti øðrum, verður revsaður fyri harðskap.