Hetta hevur verið eitt stak friðarligt vikuskifti hjá løgregluni.
Nógv er altíð at gera, men talan hevur bara verið um smáttarí, tó er ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning.
Løgreglan sigur, at aftur hetta vikuskifti hava tey gjørt nógv burtur úr at vera sjónlig í náttarlívinum og sostatt hava løgreglufólk verið nógv úti, bæði í bili og til gongu.
Hetta er ein liður í einum miðvísum átaki hjá løgregluni ímóti harðskapi, har roynt verður at fyribyrgja, at harðskapur yvirhøvur tekur seg upp.
- Har vandi er fyri bardaga ella harðskapi, leggja vit upp í og royna at bjarga støðuni, áðrenn nakað hendir, sigur løgreglan.
- Men hinvegin verður harðskapur als ikki góðtikin og tað verður tikið nógv strangari nú, enn fyrr og tað eru eisini í heilum, at fólk fáa dóm fyri harðskap.
Og har eru fongulsdómar vanligir.
Ein partur av hesum eftirlitið er at kann dansistøð og skeinkistøð og í tí sambandi verður kannað eftir um fleiri fólk eru inni, enn loyvt er, um fólk eru inni, sum ikki hava aldur at vera inni, um starvsfólkið er skikkað at hava ábyrgdina, at trygdarútgerðin er í lagi og at rýmingarvegir eru, sum fyriskrivað.
- Tað er avgjørt okkara fatan, at tað sissar fólk, at vit eru sjónlig í náttarlívinum, sigur løgreglan.
Tað er eisini teirra fatan, at tey, sum eiga og reka dansistøð og skeinkistøð, taka væl ímóti tí, at løgreglan støkkur inn á gólvið, tí tað er eisini ein trygd hjá viðskiftafólkinum, har tey allarflestu eru hampafólk, sum bara vilja sleppa at hugna sær í friði og náðum.