Hóast tað hevur verið nógvur vindur í alt kvøld, so er talið av skaðafráboðanum munandi lægri enn fyrr í dag. Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
- Tað mesta kom fyrr í dag, tá vit høvdu úr at gera at taka telefonina, men seinastu tímarnar hava tað einans verið einar fýra skaðafráboðanir um tíman, sigur vakthavandi.
Ein av orsøkunum kann vera tann, at talan er um fyrstu ódnina í ár, og kom hon óvart á mong.
- Hóast heitt hevur verið á fólk um at rudda runt húsini, so tykist tað sum fleiri bíðaðu at rudda til hann byrjaði at vaksa um vindin, og tá var ov seint hjá summum, sigur vakthavandi.
Sambært vakthavandi koma fráboðanir úr øllum landinum, og er tað einki øki, ið sleppur frægari enn onnur.

Løgreglan: Fáa enn fráboðanir

