- Hetta er rættiliga sjáldsamt, tí tað plagar altíð at vera onkur, sum sigur frá.
Í gjár bað løgreglan í Havn almenningin um hjálp, men higartil hava tey ikki fingið eina ta einastu fráboðan.
Í gjáramorgunin fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevði dripið vær tamar kaninur í einum búri við eini hús í Hornabø. Síðani er staðfest, at kaninurnar eru skotnar, tí tær hava hvør sítt høgl í síðuni.
Les meiri um málið við at trýsta HER
Løgreglan sigur, at tað er álvarsmál at skjóta húsdjór hjá øðrum, og tey tóku tað í so stórum álvara, at tey bóðu almenningin um hjálp.
Men hóast væl yvir 15.000 fólk hava lisið áheitanina frá løgregluni á Facebook í gjár, og hóast túsundtals onnur fólk somuleiðis hava bæði lisið og hoyrt um tað í miðlunum í gjár, hevur løgreglan ikki fingið eina ta einastu fráboðan.
Og tað er rættiliga sjáldsamt, ásanna tey á løgreglustøðini.
- Hetta var ikki tað, vit ætlaðu, tí tað plagar altíð at vera onkur, sum ger vart við seg, tá ið vit venda okkum til almenningin, sigur løgreglan.
Løgreglan hevur ongan undir illgruna í málinum. Tey hava verið í samband við ein ungan drong, sum var nevndur í sambandi við hendingina, men hann er ikki undir illgruna, sigur løgreglan, sum framvegis kannar málið.