Løgreglan: Ein stak friðarligur Summar Festivalur

Ein valplakat og ein bilrútur fingu kortini ikki frið á festivalinum

Hóast fleiri túsund fólk hava savnast í Klaksvík um vikuskiftið í samband við Summar Festivalin, so hevur tað mesta spælt væl av. Tað upplýsir løgreglan.

- Hjá okkum hevur Summar Festivalurin verið stak friðarligur, verður upplýst av løgreglustøðini.

Í nátt vórðu einans tvey mál skrásett í øllum landinum og vóru tey bæði í Klaksvík.

Fyrsta fráboðanin var um, at onkur hevði knúst rútin á einum bili, meðan tað seinna var um, at onkur hevði gjørt seg inn á eina valplakat.

- Talan var ikki um skipað ella politiskt motiverað herverk, men um ein fullan persón, ið hevði tikið eina plakat niður og gekk runt við henni, upplýsir løgreglan.