Løgreglan eftirlýsir bilførara

Politiið sóknast eftir einum bilførara, sum rýmdi frá einum ferðsluóhappi Norðuri í Sundum í Kollafirði fyri góðum tveimum vikum síðani

Mikukvøldið 31. mars klokkan 20 minuttir í átta, kundi tað enda rættiliga galið, tá tveir bilar møttu hvørjum øðrum Norðuri í Sundum í Kollafirði.

Ein bilur er á veg norð eftir og møtir einum mótkoyrandi bili. Brádliga verður hesin mótkoyrandi bilurin yvirhálaður, soleiðis báðar síðurnar av vegnum eru tiknir.

Bilførarin í norðurkoyrandi bilinum hevur tveir møguleikar. Annar er at renna frontalt inn í annan av hinum bilinum, tað kann spæla heilt vanlukkuliga av, har fleiri fólk eisini verða partur av óhappinum.

Hin møguleikin er at renna sín bil út av vegnum og vóna tað besta. Bilførarin velur seinnu loysnina og fer buldrandi gjøgnum bøin einar 75 metrar, áðrenn bilurin steðgar og er fullkomiliga vrak.

Hin bilførarin, sum yvirhálaði og sostatt tvingaði henda bilin út av vegnum, fer buldrandi suður eftir uttan at steðga. Tveir vikur seinni hevur hann framvegis ikki gjørt vart við seg, so nú heitir løgreglan á fólk, sum hava sæð óhappið ella vita okkurt, um at gera vart við seg, soleiðis at løgreglan fær loyst málið.

- Ella kanska viðkomandi sjálvur ringir til okkara, vóna tey á løgreglustøðini í Havn.