Tá ið fólk – nógv børn og ungfólk – komu frá konsert við songkvinnuni Arianu Grande á Manchester Arena í gjárkvøldið, fingu tey eina ræðuliga móttøku uttan fyri sjálva konserthøllina.
Ein bumba brast, og sambært sambært myndugleikunum doyðu 22 fólk, og umleið 60 fingu skaða.
Løgreglan sigur í morgun, at ein maður brast eina heimagjørda bumbu og doyði sjálvur í álopinum.
Maðurin framdi álopið einsamallur, men løgreglan kannar nú, um maðurin fyrireikaði álopið saman við øðrum, og um hann var partur av einum netverki.