Dysturin var í seriu 5, sum er ein tann lægsta fótbóltsdeildin í Danmark. Dómarin hevði bríkslað dystin av, men spælararnir høudu ikki hug at fara av vøllinum. Teir keglaðust, og løgreglufólk, sum av tilvild vóru til staðar, kendu seg noydd at leggja uppí, áðrenn spælararnir brustu saman at berjast. Tað eydnaðist løgregluni at sissa spælararnar og fáa teir í skiftingarrúmini – og so var dysturin veruliga bríkslaður av.