Tríggjar ferðir í gjár varð løgreglan boðsend til ferðsluóhapp – og tvær ferðir hendu óhappini, tí bilførarar vóru gáloysnir og ikki hildu neyðugu frástøðuna til bilin frammanfyri.
Fyrra óhappið var í rundkoyringini oman fyri Norðskála. Ein bilur, sum skal í rundkoyringina heldur av fyri einum bili, sum longu er í rundkoyringini, men ein bilførari, sum kemur aftan fyri, ansar ikki eftir tí, og renur upp í reyvina á honum.
Báðir teir aftaru bilarnir fingu skaða og eitt fólk í øðrum bilinum gramdi seg um høvuðpínu og varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, men har var einki hent.
Eisini í Kollafirði hendi eitt ferðsluóhapp í gjár tí at ein bilførari ikki ansaði eftir, at bilurin frammanfyri hevði bremsað, so hann rendi upp í reyvina á honum. Heldur ikki har var nakar fólkaskaði.
Tað er fleiri ferðir í seinastuni, at vit hava hoyrt um hetta slagið av óhappum, men løgreglan sigur, at hesa seinastu tíðina eru tey vorðin nógv meiri avgjørt at gera eitt mál burtur úr óhappum, sum hesum.
Og so hendi eisini eitt ferðsluóhapp í Saltangará, har ein maður datt á motorsúkklu. Løgreglan sigur, at vegurin var hálur, kanska av olju, tá ið óhappið hendi. Men førarin var væl útgjørdur, tí hann hevði bæði hjálm, umframt at hann var í drakt og hevði ryggverju, so hann slapp snikkaleysur frá óhappunum.