- Taks hevur meldað bilasølurnar fyri at ikki hava upplýst rætt. Talan er um brot á lógina um meirvirðisgjald. Málið snýr seg um, at bilasølurnar hava innflutt bilar sum leigubilar, og síðani selt teir og harvið rindað ov lítið í MVG. Spurningurin er so, um hetta er brot á lógina ella ikki, sigur Hildur Hentze, leiðari á kanningardeildini.
Flestu bilasølurnar í landinum eru meldaðar til løgregluna. Tað er Taks sum sermyndugleiki á økinum, sum hevur meldað. Tað merkir, at løgreglan skal taka málið upp, gera sín part av arbeiðnum og lata málið til ákæruvaldið til víðari støðutakan.
Hildur Hentze, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni sigur, at málið snýr seg um, hvørt bilasølurnar hava umgingist lógina, tá ið tær hava innflutt bilar sum leigubilar, og síðani selt teir, og harvið – sambært Taks – rindað ov lítið í MVG.
- Taks er sermyndugleiki á økinum og harvið er tað Taks, sum innstillar til rættsforfylging um hetta málið. So nú skulu vit avhoyra partar í málinum, skuldseta og so lata málið til ákæruvaldið, sum skal hyggja hvat er rundan um hetta málið reint løgfrøðiliga, sigur Hildur Hentze.
Hon sigur, at tað kemur fyri, at slík mál eru prinsipiell og ein dómari tí skal taka eina prinsipiella avgerð. Tað kemur eisini fyri, at ákæruvaldið vendir aftur til Taks og sigur, at hetta neyvan heldur í rættinum. Men hvussu er og ikki, so skulu bilasølurnar í øllum førum vigast av myndugleikunum nú tær eru meldaðar fyri brot á lógina um meirvirðisgjald.
Hildur Hentze væntar og vónar, at málið skjótt fer víðari til ákæruvaldið.