Løgreglan biðjur fólk halda seg innandura enn

Tað er framvegis nógvur vindur og nógv flýgur í vindinum

Hóast vindurin er hæsaður av nógvastaðni, er tað framvegis kolandi stormur.

Løgreglan heitti fyrr í kvøld á fólk um at hald seg innandura, tí tað vóru óráð at fara út fyri dyr í so nógvum vindi. Tað varð eisini mælt frá at fara í bili.

Eitt er vindurin, men tað eru so nógvir skaðar hendir, at tað eru framvegis takplátur, og annað, sum flýgur í vindinum, og sum tað kann vera lívshættisligt at fáa á seg.

 

Og løgreglan sigur, at hóast hann er avhæsaður, standa boðini við nú klokkan tvey í nátt, tí tað er enn rættiliga nógvur vindur.

Fyri eini løtu síðani var hann framvegis 70 metrar um sekundið í hvirlunum á Norðadalsskarði og nógva aðrastaðni var hann eisini yvir 40 og 50 metrar um sekundið, so tað er framvegis kolandi stormur um alt landið, sigur løgreglan.