Rættuligt rok var á Kongabrúnni í Havn í gjárkvøldið um hálvgum ellivu tíðina, tá ið løgreglan kom í hóslag við nakrar íslendingar, sum vóru tveittir út av Cafe Natúr. Løgreglan fekk fráboðan um, at íslendingar ikki vildu góðtaka, at teir vóru tveittir út. Tá ið løgreglan kom á staðið, bar ikki til at sissa teir báðar íslendingarnar. Tískil var neyðugt at handataka menninar, men tað gekk ikki stillisliga fyri seg. Áfast bleiv, og tá ið avtornaði vóru tað ikki færri enn átta løgreglufólk, sum hjálptu til við at fáa lagt teir báðar íslendingarnar í hondjørn
Ógvuslig handtøka
Vitnir, sum Sosialurin hevur tosað við, greiða frá, at tað var rættuliga dramatiskt ta einu løtuna, og at løgreglan noyddist at taka kniplarnar til hjálpar fyri at fáa lagt íslendingarnar báðar í hondjørn. - Tað virkaði rættuliga ógvusligt, men løgreglan gjørdi óivað ikki meiri enn neyðugt fyri at fáa lagt menninar í hondjørn, greiðir vitnið frá og leggur afturat, at løgreglan eisini fekk hjálp frá sivilum persónum til at handtaka menninar.
Vakthavandi á politistøðini í Havn segði fyrr í dag, at teir báðir íslendingarnir framvegis eru í arrestini á politistøðini, og teir skuldu avhoyrast seint fyrrapartin. Av tí at teir báðir gjørdu mótstøðu, tá ið teir skuldu handtakast og í veruleikanum fóru at berjast við løgregluni, verða teir ákærdir eftir paragraf 119 í straffilógini.










