Ein 18 ára gamal unglingi hevði latið seg í sum yvirgangsmaður, tá ið 10. flokkur í Nyborg hevði endaveitslu nú um dagarnar. Hann hevði gjørt sær eitt belti, sum skuldi minna um eitt bumbubelti, og annars var hann ílatin soleiðis, sum yvirgangsmaður kundi sæð út.
Blaðið BT skrivar, at tann 18 ára gamli fekk viðursløn fyri at hava funnið upp á besta búnan til endaveitsluna, men tað vóru tey, sum vóru misnøgd við framferðina. Øll dugdu ikki at síggja tað skemtiliga í at lata seg í sum yvirgangsmaður.
Sambært løgregluni høvdu onkur ónøgd fólk kært sína neyð, og endin var, at løgreglan fór á staðið og tók ”bumbubelti” frá unga manninum. Løgreglan bað eisini mannin skifta klæði, tí hansara búni kunnu virka stoytandi mótvegis fólki.










