Føroya rættur viðgjørdi í dag rættarmálið móti einum 40-ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri at hava brotið inn í Djóralæknatænastuna í Havn í mars í fjør.
Teir vóru tveir mans, sum brutu inn í Djóralæknatænastuna, og 40 ára gamli maðurin greiddi frá, at hann gjørdi hetta fyri at fáa hendur á heilivági, sum hann kundi rúsa seg við.
Teir vóru á veg heim frá einum balli, tá teir valdu at leggja leiðina niðan í Djóralæknatænastuna. Har fór 40 ára gamli maðurin ígjøgnum skuffur og skáp at leita eftir heilivági. Maðurin játtaði seg sekan í hesum ákærunum í dag.
Annar parturin av ákæruni er, at teir báðir menninir framdu herverk fyri 226.000 krónur, meðan teir vóru inni hjá djóralæknanum. Teir eru ákærdir fyri at hava tipt eitt vask og latið kranan renna, so at vatnið hevur runnið út yvir gólvið í Djóralæknatænastuni. Teir høvdu eisini tømt ein eldsløkkjara inni í húsinum.
40 ára gamli maðurin noktaði fyri at hann hevði gjørt herverk og segði, at tað mundi vera hin maðurin. Tá teir so fóru av staðnum, høvdu teir tveir ruskposar við heilivági við sær.
Teir vóru handtiknir stutt eftir innbrotið, inni í viðarlundini í Havn. Ein maður, sum gekk túr við hundi sínum, kom fram á teir, har teir sótu undir einum træið og skildu rúsandi heilivágin í posunum frá restini. Komin nakað longur niðan sá maðurin ymiskt annað liggja á gøtuni, millum annað pakkar við navninum á Djóralæknatænastuni á. Hann ringdi tí til løgregluna og boðaði teimum frá støðuni.
Les eisini: Løgregluátak í plantasjuni
Tá løgreglan kom á staðið, førdi hann teir til menninar báðar, sum tá vóru um at reisa seg. Annar slapp til rýmingar, meðan hann, sum í dag er ákærdur, bleiv handtikin. Løtu seinni kom hin maðurin aftur. Tá bað løgreglumaðurin, sum annars helt hesum 40 ára gamla niðri, vitni um at koma og seta seg á mannin og halda honum niðri, meðan hann sjálvur fór at hjálpa starvsfelaga sínum at fáa hendur á hinum tjóvinum.
Maðurin er eisini ákærdur fyri stuldur, men av tí at eitt vitni í tí málinum ikki hevði fingið boð um at møta, mátti rættarmálið útsetast til seinni. Maðurin noktar seg tó sekan í stuldrinum. Hann er annars fleiri ferðir áður dømdur fyri brot á rúsevnislógina og hevur eisini onkran gamlan dóm fyri stuldur.