Løgreglan avdúkar tvær hassjplantasjur

Narkoløgreglan í Føroyum hevur nú um vikuskiftið avdúkað ikki minni enn tvær hassjplantasjur.

Í hesum sambandi hevur ein maður verið í grundlógaravhoyring fyri afturlætnum hurðum í dag og har varð hann dømdur at sita í varðhaldi í 12 dagar, ella til 22. februar.

Har skal hann sita í isolatión ímeðan málið verður kannað.

Í tí eina førinum er talan um eina tað størstu hassjplantasjuna, sum er avdúkað í Føroyum, tí har varð hald lagt á yvir 150 plantur.

Hin plantasjan var væl minni, men tað er óvist um tær høvdu nakað samband við hvørt annað.