Løgreglan ansar væl eftir fýrverki

Hesar dagarnar ger løgreglan nógv burturúr at kanna tey, um tey, sum selja fýrverk, halda allar lógir og reglar. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at í hesum sambandi koyrir løgreglan runt á tey ymsu plássini, har fýrverk verður selt, at vita um alt er, sum tað eigur at vera.

Við sær hevur løgreglan ein lista, sum verður gjøgnumgingin á hvørjum sølustaði fyri at tryggja at onki verður gloymt í eftirlitinum.

Í hesum sambandi verður kannað eftir, um talan er um góðkendan innflutning og um talan bara er um fýrverk, sum ikki brestur.

Men kannað verður eisini eftir, at fýrverk ikki verður selt, sum eru neyðrakettur ella neyðbluss, ella sum kann mistakast fyri at verða neyðútgerð, tí tað kann elva til, at leiting og bjarging verður sett í verk óneyðugt.

Annars verður ansað eftir, at tað verður forsvarliga goymt.

Men sum heild verður farið væl um, sigur løgreglan.

Har nakað er at finnast at, er mest talan um smálutir, sum eru skjótir og lættir at rætta, sigur hann.

Men hann sigur, at verða grov brot á reglarnar staðfest, kann viðkomandi missa loyvi at selja fýrverk og tað eggjar teimum sjálvandi til at ansa væl eftir.