Løgreglan alt ov sein til Utøya

Av óforkláriligari orsøk valdi løgreglan at seta bát á sjógvin 3,5 kilometrar frá Utøya á Storøya, heldur enn at koma til Utvika, sum bert er smáar 700 metrar frá Utøya.

Tað siga Erik Øvergaard og Otto Løvik, sum vóru millum teir mongu, sum fóru út við bátum at hjálpa teimum ungu, sum høvdu lagt á sundið at svimja inn móti fastlandinum, tá Anders Behring Breivik fór at skjóta vilt um seg. Teir siga við VG, at løgreglan brúkti fimm ferðir so langa tíð at koma út til oynna, enn teir kundu havt gjørt.

- Otto ringdi til løgregluna, meðan vit bjargaðu teimum ungu, og greiddi frá, hvat vit gjørdu og hvar vit vóru. Fleiri ferðir, meðan vit vóru inni á fastlandinum við ungum, undraðust vit á, hvar løgreglan bleiv av. Vóru teir komnir til Utvika, høvdu vit sjálvandi lánt teimum bát beinanvegin, sigur Erik Øvergaard við VG.

Við at hyggja at væl og virðiligt kunngjørda tíðarskemanum sæst, at løgreglan bíðaði í minst 17 minuttir frá tí teir komu fram til sundið út til oynna, til teir komu á land á Utøya. Við einum skjóttgangandi báti skuldi tað snúð seg um tveir minuttir í mesta lagi at komi um sundið, og tað merkir, at teir vóru 15 minuttir seinni frammi, enn teir kundu verið.

Arne Johannesen, leiðari av politifelagnum, skilir, at løgreglan stendur fyri skotum fyri tær avgerðir, ið tiknar vórðu hesar lagnutímar.

- Løgreglan má tola kritikk nú. Tað skuldi bara mangla. Eg skilji ógvuliga væl at mong, ikki minst tey, ið vóru mitt í meldrinum og hava mist síni kæru, hava eina røð av spurningum, ið tey vilja hava svar upp á, sigur Arne Johannesen við VG.

Á myndini teir báðir, 56 ára gamli Otto Løvik og 42 ára gamli Erik Øvergaard við Utøya í baksýni.