Løgreglan: 85 fráboðanir higartil

- Eyka fólk eru tilkallað at taka telefonir og líknandi.

- Eyka fólk eru tilkallað at taka telefonir og líknandi.

 

 

 

Á løgreglustøðini í Havn hava tey úr at gera, nú fólk ringja inn og boða frá skaðum kring landið.

 

Fráboðanir koma um alt møguligt. Lutir, sum flúgva runt og gera skaða. Trampolinir, sum eru farnar í storminum, bátar, sum eru farnir í sorl og so framvegis.

 

Higartil eru 85 fráboðanir skrásettar hjá løgregluni. 

 

Støðan á Staravegnum/Hoyvíksvegnum er tó tann, sum vakthavandi metir mest hættisliga í løtuni, hóast aðrar fráboðanir kring landið saktans kunnu vera hættisligari.

 

Har liggur alt møguligt frá stórum byggiplássi og fýkur runt, og tí hevur løgreglan stongt ein part av vegnum har. 

 

 

Myndina eigur Ingi Sørensen.