Zakarias Wang
-------
Eitt av teimum málsøkjum, sum vit kunnu yvirtaka, er løgreglan.
Orsøkin til at hetta ikki er gjørt, er møguliga tann, at vit halda tað vera ov dýrt at gjalda kostnaðin av henni, og at tey, sum har starvast, frykta fyri, at tey fingu verri kor, um skattgjaldararnir skuldu fíggja útreiðslurnar.
Men sum er hava tey, ið arbeiða í løgregluni, ikki serliga góðar treytir. Lønin er ikki høg, og arbeiðsumstøðurinar eru ikki glæsiligar. Hetta er nógv fyri, tí tað arbeiði, sum løgreglan ger, er av allarstørsta týdningi fyri at samfelagið skal trívast. Onkur má ansa eftir at borgararnir trygt kunnu ganga á gøtunum og vera í sínum egnu húsum uttan at óttast at nakar ger seg inn á tey.
Nú halda tey í Canada, at kostnaðurin fyri skattgjaldararnar av løgregluni er ov høgur. Har er løgreglan farin undir eina lýsingarherferð fyri at fáa einstaklingar til at gjalda fyri tænastur, løgreglan kann veita teimum. Hildið verður, at tað væl ber til at fáa so stórar meirinntøkur burtur úr hesum virksemi, at hetta kann fíggja vanliga løgregluvirksemið.
Tá hetta kann lata seg gera í Canada, er lítið at ivast í, at tað eisini hevði kunnað latið seg gjørt her, og er tað tí einki at ivast í, at vit uttan stórvegis kostnað fyri skattgjaldararnar kundu yvirtikið løgregluna og fingið teimum, sum har starvast, sømilig kor.