Tað eru tvey sigursvand feløg í føroysku steypakappingini, sum bresta saman á Tórsvølli í dag klokkan 16. Steypakappingin hevur verið partur av fótbóltsárinum síðani 1955. Finala hevur verið á hvørjum ári við einum undantakið.
Undantakið var í 1970, tá ið HB og KÍ kvalifiseraðu seg í finaluna, sum ongantíð varð spæld. HB hevur vunnið steypakappingina nógv oftari enn nakað annað felag. HB hevur vunnið finaluna 27 ferðir.
LÍF og GÍ blíva til Víkingur
Leirvíkingar og gøtumenn samdust í 2008 um at ganga saman um nýtt fótbóltsfelag, sum teir góvu navnið Víkingur. Frammanundan spældu leirvíkingar í LÍF og gøtumenn í GÍ. LÍF spældi seg einaferð í steypafinaluna. Tað var í 1986 ímóti NSÍ, sum vann 3-1.
GÍ luttók í níggju finalum. Seks ferðir var GÍ steypavinnari – í 1983, 1985, 1996, 1997, 2000 og 2005. Tríggjar ferðir dystaðust HB og GÍ í steypafinaluni. Tað var í 1984, 1996 og 2000. HB vann ta fyrstu 2-0, og GÍ vann 1996 finaluna 5-3 eftir longda leiktíð. Tá ið vanliga leiktíðin var farin, var støðan 2-2. Henda finalan man vera ein av teimum minnistríkastu av øllum. Í 2000 vann GÍ 1-0.
HB er søguliga steypaliðið
Tá ið Víkingur í 2008 luttók í fyrstu steypakappingini, hevði HB longu vunnið steypakappingina 26 ferðir. HB var harvið í miðal steypavinnari annaðhvørt ár frá 1955 og fram til 2007. Tá var HB steypaliðið frammanfyri øll onnur. HB vann í 2004 finaluna ímóti NSÍ. Síðani tá hevur HB bara eina ferð vunnið steypakappingina, og tað var í fjør. Undan tí var tað 15 ár síðani, at HB vann steypafinaluna.
Síðani 2004 hevur HB tapt tríggjar steypafinalur – í 2007 ímóti EB/Streymi, í 2014 ímóti Víkingi og í 2018 ímóti B36. Víkingur hevur síðani stovnanina í 2008 vunnið steypakappinga fimm ferðir. Fyrsti finalusigurin var í 2009. Síðani hevur Víkingur verið steypavinnari í 2012, 2013, 2014 og 2015. Víkingur hevur harvið í miðal verið steypavinnari næstan annaðhvørt ár frá 2009 og fram til í ár.
HB og Víkingur fyri triðju ferð
Fyrstu ferð, at HB og Víkingur dystaðust í steypafinaluni, var í 2014. 30. august í 2014 vann Víkingur 1-0 ímóti HB. Málskjúttin var Hallur Hansson, sum vaks upp í HB, og sum eitt skifti spældi við Víkingi, áðrenn hann aftur fór av landinum at royna fótbóltseydnuna, og sum nú er liðformaður í AC Horsens í superliguni, og á landsliðnum.
Fimm spælarar, sum higartil í ár hava verið á HB liðnum, vóru á spælaralistanum í finaluni fyri fimm árum síðani. Teir eru Teitur Matras Gestsson, Jógvan Rói Davidsen og René S. Joensen, sum vóru á vøllinum alla tíðina og Bartal Wardum og Tróndur Jensen, sum sótu á beinkinum. Hartil er Heðin Hansen komin yvirum. Hann var á liðnum hjá Víkingi.
Fimm spælarar, sum higartil í ár hava verið á liðnum hjá Víkingi, vóru á spælaralistanum fyri fimm árum síðani. Teir eru Atli Gregersen og Sølvi Vatnhamar, sum vóru millum teir fyrstu ellivu í finaluni, Andreas Lava Olsen, sum bleiv skiftur inn, og Elias Fagrá og Gunnar Vatnhamar, sum sótu á beinkinum.
Tá ið HB og Víkingur fyri fimm árum síðani hittust, var Sigfríður S. Clementsen venjari hjá Víkingi, og Heðin Askham var venjari hjá HB.
HB vann í mjørkanum í fjør
Í fjør vóru liðini aftur í finaluni. Hesa ferð vann HB greiðan 3-1 sigur í mjørkanum á Tórsvølli. Fyrsta málið var umstrítt, tí málverjin var ikki komin upp á pláss, tá Adrian Justinussen sendi fríspark í málið.
##med2##
Løtu seinni skoraði Símun Samuelsen, sum ongantíð hevði vunnið Løgmanssteypið áðrenn, til 2-0. Andreas Lava Olsen minkaði um munin, men løtu seinni staðfesti Sebastian Pingel sigurin fyri HB.
Hetta var annað gullið hjá HB við Heimir Guðjónsson sum venjara. Tað fyrra var FM við metnógv stigum í 2018, og tað seinna var fyrsta steypagullið í 15 ár.
FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá finaluni um Løgmanssteypið. FM1 Byrjar at senda klokkan 15. Á In.fo beinleiðis tekstfrásøgn í samstarvi við Dystir.fo. Seinni koma myndir, samanumtøkur og ljóðbrot á In.fo.