Fótbóltur
FSF og Televarpið gjørdu í gjár avtalu um at senda finaluna í kappingini um Løgmanssteypið beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum.
R2 Net v/Petur Jacobsen og HD-Myndir v/Hans Erik Danielsen standa fyri sjálvari upptøkuni og sjónvarpsframleiðsluni av dystinum.
Finaludysturin verður spældur kl. 18.15, og sendingin á Rás 1 byrjar umleið kl. 17.45. Sent verður til steyp og heiðursmerki eru handað.
Sendingin frá Løgmansfinaluni verður endursend sunnudagin 15. juni kl. 15.00