Í 3-2 í kvøld verður lutakast um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið.
Í ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpi Føroya verður í kvøld lutakast um, hvussu liðini skulu møtast í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið.
Fyrsta umfar í steypakappingini hjá monnum varð spælt um vikuskiftið, og úrslitini háttaðu seg soleiðis, at EB/Streymur, FC Suðuroy, HB, Víkingur, NSÍ, KÍ, ÍF og Skála hava spælt seg víðari í kappingini.
Í sjónvarpsstovuni at taka sær av lutakastinum verða Leivur Frederiksen, vertur, og Trygvi Mortensen, limur í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya, skrivar fsf.fo.
Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar sunnudagin 5. mai. 3-2 í kvøld byrjar umleið kl. 19:15
Mynd: Hans Jørgen Djurhuus og Víkingur eru verandi steypavinnarar, og eru við í pottinum í kvøld.