Løgmanssteypið: Her eru hálvfinalurnar

Lutakast verið hvussu spælast skal í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið

Í 3-2 sendingini í kvøld var lutakast til hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið. Her bleiv greitt, at vinnarin av Víkingi og TB skal møta vinnaranum av B36 og AB, meðan vinnarin av NSÍ og Skála skal møta vinnaranum av 07 Vestur og HB.

Fjórðingsfinalurnar verða mikudagin. Víkingur og TB spæla klokkan 17, meðan restina av dystunum verða klokkan 19. FM1 sigur frá dystinum í Sarpugerði, og millum NSÍ-Skála og B36-AB.

Síðani verða hálvfinalurnar komandi vikuskiftið. Her liggur í kortunum, at tær verða í Klaksvík og Runavík. Finalan um Løgmanssteypið verður 5, desembur á Tórsvølli.

Hálvfinala 1:

Víkingur/TB – B36/AB   

Hálvfinala 2:

NSÍ/Skála – 07 Vestur/HB

Finalan:

Víkingur/TB – B36/AB   -   NSÍ/Skála – 07 Vestur/HB