Løgmanssteypið byrjar

Fyrstu dystirnir í kappingini um løgmanssteypið verða spældir leygardagin

Talan er um undanumfarið, sum er ásett, fyri at talið av eftirverandi liðum skal samsvara við tey 16, sum náttúrliga kunnu taka lut í 1/8-finalunum. Dystirnir leygardagin eru NÍF-MB og Fram-Undri. 20. mars verður so fyrsta veruliga umfarið í kappingini á skránni.