Við verandi gongdini í Klaksvík í huga, er fokus helst í stóran mun á dystinum í Klaksvík millum KÍ og Skála. Hetta tykist eisini á pappírinum at vera tann javnasti dysturin av teimum fýra. Men tað merkir nú ikki, at talan ikki eru um áhugaverdar uppgerðir.
Í Suðuroy verður spenningurin stórur, tá VB/Sumba og TB dystast klokkan 14.45.
Eitt er, at talan er um grannauppgerð. Men talan kann væl verða um heilt søguligan dyst. Í øllum førum verður frá fleiri síðum arbeitt við eini samanlegging av feløgunum. Og verður hendan veruleiki til komandi ár, er talan hesa ferð um seinasta kappingardystin, sum feløgini spæla móti hvørjum øðrum.
Á Streymnesi má EB/Streymur roknast sum greiður favorittur móti ÍF, eins og HB er tað, tá teir í Gundadali taka móti AB. Hinvegin hevur AB áður skelkað í Gundadali, og hóast HB ikki lærdi av teirri lektiuni í fyrsta umfari, so hava teir um ikki annað fingið eina áminning um hetta seinni.