Løgmanssteypið: Aftur rok um tíðaráseting

Seinna hálvfinalan millum Suðringar og B36 verður spæld í arbeiðistíð

Tað var mikið rok um tíðarásetingarnar, tá HB og B36 skuldu finna útav at spæla fyrru hálvfinalurnar í Gundadali, meðan Suðringar noktaðu at spæla áðrenn klokkan 18, men skuldu náa suður aftur við Smyrli klokkan 21.

 

Nú er aftur rok. Hesa ferð um tíðarásetingina til dystin millum Suðringar og B36. Dysturin verður spældur mikudagin 13. juni, sum er ein vanligur arbeiðisdagur. Tí skal B36 hava møguleikan at sleppa norð aftur við Smyrli klokkan 18.

 

Av fyrstan tíð varð dysturin ásettur til klokkan 16, men av tí at talan er um seinnu hálvfinaluna, so er møguleiki fyri bæði longdari leiktíð og brotssparkskapping. Um so var, so høvdu B36 arnir ikki sloppu norð aftur sama dag.

 

Nú váttar Julius Vest Joensen fyri Norðlýsinum, at dysturin verður klokkan 14.30. Tað vil siga mitt í arbeiðistíð mikudagin klokkan 14.30. Tað vil eisini siga, at ein tann mest spennandi uppgerðin – seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið – verður spælt á einum alt annað enn vanligum fótbóltstíðspunkti.

 

- Okkara kassameistari má brúka sín døgverðasteðg at gera atgongumerkjasølu og annað klárt, sigur Julius Vest Joensen í speiskari viðmerking til Norðlýsið.

 

Fótbóltssambandið stendur við, at tað ikki vil blanda seg uppí, fyrr enn ongin loysn fyriliggur – eins og í Gundadali til fyrru hálvfinalurnar. Seinna hálvfinalan millum AB og HB verður mikukvøldið 13. juni klokkan 18.

 

Løgmanssteypið – Hálvfinalur:

Mikudagin 13. juni

Suðringar (2) – (4) B36 (14:30)

AB (0) – (2) HB (18.00)