- Tað gleðir meg, at løgmaður í røðu síni avdúkaði, at hann veit, hvat gongur fyri seg í samfelagnum. Hann tosaði ikki bara um, hvussu hann hevur stýrt landinum, men setti somuleiðis fokus á tey, sum fíggjarliga ikki hava tað gott, sigur Jenis av Rana og leggur afturat, at løgmaður nevndi nógv uppskot, sum andstøðan fyri kortum hevur havt á máli:
- Eg havi havt eina kenslu av, at samgongan ikki hevur fylgt við í tí, andstøðan hevur gjørt. Samgongan hevur nærum felt øll uppskotini hjá okkum, men nú nevnir løgmaður brádliga øll uppskotini í røðuni og sigur, at nú skal okkurt gerast. Júst hetta tekur meg á bóli.
- Men tað kann væl vera, at hann nevnir alt hetta, tí vit nærkast einum vali, og at hann nú ætlar at pynta eitt sindur upp á tað heila, sigur Jenis av Rana, sum somuleiðis heldur, at nógvar mótsagnir vóru í røðuni:
- Eitt nú segði løgmaður, at hann býður andstøðuni samstarv, men vit hava als ikki upplivað, at hann hevur ynskt nakað samstarv. Harafturat legði hann millum annað dent á, at játtanin til fólkaskúlan er alt ov lá. Men um hann veit tað, hví hevur hann so ikki hækkað hana?, spyr Jenis av Rana og skoytir uppí, at skitsofreni er at hóma í røðuni hjá løgmanni.
- Men tað er tó spennandi, at løgmaður í røðuni legði upp til, at nógv skal henda í samfelagnum komandi mánaðirnar. Um hann veruliga meinar alt tað, hann segði í røðuni, eru møguleikarnir góðir fyri einum fruktagóðum samstarvi millum samgonguna og andstøðuna. Vit hava arbeitt við næstan øllum málunum, sum løgmaður nú sigur, at samgongan skal fara í holt við.
- Men nógv snakk og nógvar ætlanir hava verið seinastu trý árini, løgmaður hevur sitið. Ikki nógv ítøkiligt er komið burturúr. So eg eri tó bangin fyri, at løgmaður ikki fer at gera tær stóru broytingarnar, tí røðan var samstundis sera úrtøkilig og generell. Men tað verður tó spennandi, hvat løgmaður fer at gera komandi mánaðirnar, sigur Jenis av Rana at enda.