Løgmansrøðan - nýtt og gamalt

Oddagrein:

Í gjár varð nomið við tað, sum í løgmansrøðuni verður sagt um fiskivinnuna, at vit standa við vegamót við stórum avbjóðingum, har tann størsta er at broyta bygnaðin í fiskivinnuni. Vit vístu á, at ein kanska gjørdi í so nógv av við at samanbera komandi broytingarnar í fiskivinnulógavuni við Trúbótina, men annars stuðlaðu vit landsstýrinum í ætlanum tess við nýggja fiskivinnupolitikkinum. Her er lítið í at velja, so er bert eftir at vóna, at vit og skil vinna á sjálvsøkni og stuttskygni.

 

Løgmaður kemur víða um í røðu síni og røðan er óvanliga breið og principiel. Stórur dentur verður lagdur á hugtøk sum broytingar, altjóða samstarv og sjálvbjargni, eins og dustið verður turkað av Visjón 2015. Tað eru fingramerkini hjá samstarvsflokkum løgmans, ið viga tyngst í hesi røðu. Sjálvbjargni er, sigur røðan, aðalmál hjá einum og hvørjum samfelag, fólki og tjóð. Málið er miðvíst at fáa ein sjálvberandi búskap, soleiðis at vit gerast fíggjarliga óheft og skapa einar sjálvbjargnar Føroyar. Her kunnu ivaleyst flestir føroyingar taka undir við løgmanni, hóast ein skuldi hildið, at sjálvberandi búskapur er amboðið og ikki málið fyri einum sjálvbjargnum samfelag. Sjálvbjargnið skal vinnast við at hildið verður fram við yvirtøkunum og hetta er heilt eftir samgonguskjalinum. Hinvegin kundi verið áhugavert at fingið at vita, hvussu løgmaður hugsar sær, at yvirtøkurnar, ella blokkniðurskurðurin, skal fíggjast. Hetta er kanska ein villutrúar- ella kettarskur spurningur í siðaskiftishøpi, men ætlaninar eru so mangar, stórar og dýrar, at almenningurin hevur krav uppá eitt svar. Vit fáa eina hóming av einum svari undir umrøðuni av skattamálum, har løgmaður varisliga fyrireikar miðal- og hátinntøkurnar til skattahækkingar.

 

Vælferðarmál rúma nógv í røðuni. Her síggja vit fingramerki Javnaðarfloksins. Hinvegin er lítið beinleiðis nýtt á hesum øki, mestsum framhald av politikkinum hjá undafarnu samgongu. Sama er at siga um útbúgving og gransking, ið er staðfesting av gamla politikkinum. Mentanin fær føgur orð. Høvuðsdenturin verður lagdur á mentanararvin, meðan listin og listafólkini verða als ikki nevnd. Hetta kann verða fingramerki Miðfloksins. Mentanararvur, søvn og mál eru jú góður og konservativur mentanarpolitikkur, meðan listin kann vera eitt sindur vandafull, setur spurnartekin, skakar og avdúkar politiskt hykl og gykl. Listin er als ikki nevnd í hesi løgmansrøðu. Tað nærmasta vit koma listini er, at røðan er kryddað við Williamsitatinum um sandskornið á dansigólvinum. Ikki eitt orð um tjóðleikhús ella listaháskúla, einki um mentanargrunnin, einki um starvslønir og einki um tónlistagrunn ella um filmsgrunn. Hesi mál, list og listafólksins kor, høvdu annars sera stórt pláss í valstríðnum – nú eru tey burturtagd. Men list og listafólk hava heldur ongantíð verið populer í siðaskiftistíðum, so tað er kanska ikki so løgið.