Løgmansrøðan frøir norðoyingar

Orðingar í løgmansrøðuni benda á, at norðoyingar eru komnir eitt stig nærri føstum vegasambandi við meginøkið. Í røðuni umtalar løgmaður undirsjóvartunnil undir Leirvíksfjørði, sum var hann longu samtyktur á tingi. Borgarstjórin í Klaksvík frøist

 

Visti tú ikki betur, kundi tú hildið, at tingið fyri langari tíð síðan hevði samtykt at fara undir at gera undirsjóvartunnil til Klaksvíkar. Í Løgmansrøðuni verður tunnilin undir Leirvíksfirði í tveimum førum umtalaður sum var hann longu settur á fíggjarlógina.

Í framløguni á ólavsøku segði Løgmaður:

»...arbeiði við Vágatunnlinum er komið væl áleiðis. Hol er sett á at gera tunnil til Gásadals, og fyrireikingar eru byrjaðar til ein tunnil undir Leirvíksfjørð og at byggja nýtt skip til Suðuroyarsiglingina«

Og í útgreiningini av Løgmansrøðuni stendur at lesa:

»Ein av fremstu fyritreytunum fyri menningini av vinnuni og samfelagnum sum heild er eitt væl útbygt undirstøðukervi. Á hesum øki standa stórar íløgur fyri framman so sum tunnil undir Leirvíksfjørð, nýtt skip til Suðuroyarsiglingina, samferðsluhavn á Tvøroyri umframt aðrar størri og smærri íløgur.«


Nýggir tónar

Hetta hevur borgarstjórin í Klaksvík, sum er heitur fortalari fyri føstum sambandi um Leirvíksfjørð, bitið merki í. Hann tekur tað sum eitt tekin um at tað arbeiði, sum hann og onnur hava lagt í at tala fyri undirsjóvartunnli millum Leirvík og Klaksvík, hevur borið ávøkst, og frøist um nýggju tónarnar, ið vóru at hoyra í Løgmansrøðuni.

? Man hevur ikki hoyrt hatta frá samgonguni fyrr. Hatta eru nokkso nýggir tónar. Men tá løgmaður spælir so kraftiga út, so man tað vera tí at samgongan er samd um hetta, og tað gleðir meg, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu.


Valagn ella ikki

Løgmansrøðan var byrjanin til seinastu tingsetuna í hesum valskeiði, og uttan iva verður komandi tíðin merkt av, at bæði samgonga og andstøða fara at egna sum best undan valinum. Men borgarstjórin í Klaksvík velur kortini at tulka orðingarnar í Løgmansrøðuni sum at tað er ein veruligur vilji í samgonguni at fara undir undirsjóvartunnil undir Leirvíksfjørð.

? Tað er rættiliga freistandi hjá øllum politikarum at spæla við nú, men eg havi góðar vónir um at undirsjóvartunnilin nú verður raðfestur á íløguætlanini. Eg trúgvi at løgmaður meinar tað, sum hann sigur, og eg haldi at flestu politikarar síggja álvaran í hesum her. Teir síggja at tað ikki ber til at bíða longur eftir føstum sambandi um Leirvíksfjørð.


Noyðast at taka undir

Vágatunnilin var valagn hjá at kalla øllum flokkum á seinasta løgtingsvali. Og hann er nú komin væl áleiðis. Tí passar tað í høvuðsheitinum borgarstjóranum í Klaksvík væl, at tað er valár nú, og tunnilin um Leirvíksfjørð verður brúktur sum valagn

? Tað harmar meg eitt sindur, at undirsjóvartunnilin verður brúktur sum valagn, tí eg haldi, at hetta málið er meira álvarsligt enn sum so. Men hinvegin so skundar tað helst undir gongdina í málinum, at tað stundar ímóti vali. Eg trúgvi, at søgan fer at endurtaka seg undan komandi løgtingsvali, soleiðis at allir flokkar tá verða samdir um at gera tunnil undir Leirvíksfjørð. Tað verða teir næstan noyddir til, um teir ikki skulu missa andlit her norðuri, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu.