Løgmaður ynskir eina kanning

? Tað undrar meg, at uppskotið frá Norðuratlantsbólkinum kann koma óvart á nakran, tí støðan hjá landstýrinum í hesum málinum hevur verið alment kend síðani august í fjør, sigur løgmaður, sum stuðlar uppskotinum hjá Norðuratlantsbólkinum

Tey, ið hugdu at Degi og Viku í gjár, sóu enn einaferð eina andsøgn ímillum tað, sum Norðuratlantsbólkurin førdi fram, og tað, sum hitt føroyska umboðið á fólkatingi, Anfinn Kallsberg førdi fram.

Mótsigandi útsagnir
Lars Emil Johansen, framsøgumaður fyri Norðuratlantsbólkin, setti í gjár fyrispurning fram um at fáa eina kanning av, hvørjar avleiðingar nýggja ES-grundlógin fer at fáa fyri Føroyar. Lars Emil Johansen endaði við at siga, at hann »for en god ordens skyld« kundi boða frá, at bæði grønlendska og føroyska stjórnin stóðu aftanfyri fyrispurningin, tí bæði løgmaður og landstýrisforðmaðurin í Grønlandi, eru samdir um týdningin av kanningini.
Løtu seinni kom Anfinn Kallsberg á røðarapallin. Hann segði seg als einki kenna til hetta ynski og vísti á, at hann bæði situr løgtinginum og í samgonguni. At løgmaður stóð handan eitt ynski, sum áleggur dønum at seta bæði tíð og pengar í eina kanning, sum bert snýr seg um Føroyar og Grønland, helt hann ikki kundi vera rætt.
Atkvøðugreiðsla verður ikki fyrr enn hósdagin, men alt bendir á, at uppskotið fer at fella. Annfinn Kallsberg hevur boðað frá, at hann atkvøður ímóti.

Løgmaður stuðlar
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, ger tó allan iva til skammar.
? Ja, tað er rætt, at eg saman við grønlendska landstýrisformanninum stóð aftanfyri ynski um at fáa eina kanning í lag, um hvørjar avleiðingar ES-grundlógin fer at fáa fyri Føroyar og Grønland, staðfestir hann.
Hann greiðir frá, at tá hann var á ríkisfundi í august í fjør, reisti hann spurningin um ikki ein kanning átti at verðið sett í verk, ið kundi kortleggja avleiðingarnar av ES-grundlógini. Hetta varð samtykt, og fyri umleið tveimum mánaðum síðani kom eisini eitt rit, sum útgreinaði løgfrøðiligu avleiðingarnar fyri Føroyar og Grønland av nýggju ES-grundlógini.
? Vit hava nú fingið lýst løgfrøðiligu avleiðingarnar, men eg haldi tað eisini vera av stórum týdningi, at vit væl og virðiliga fáa lýst politisku og búskaparligu avleiðingarnar, sum fara at standast av nýggju ES-grundlógini, staðfestir Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Hann játtar, at tað tí er í tráð við føroysk ynski, at fara víðari við málinum, júst sum Lars Emil Johansen og norðuratlantsbólkurin gjørdi tað á fólkatingsins røðarapalli í gjár.

Anfinn visti einki
Spurdur, hvussu tað so ber til, at Anfinn Kallsberg einki veit um hetta, hóast hann er partur av samgonguni, svarar Jóannes Eidesgaard, at tað veit hann ikki.
? Tað hevur verið alment kent hvat landsstýrið heldur um hetta málið síðani august í fjør, tá ríkisfundurin var. Tá ynsktu vit eina kanning, sum eisini kom, men sum ikki var nóg fullfíggjað. Tað hevur síðani verið nevnt í tinginum fleiri ferðir, at málið hevur eina slagsíðu, tí vit ongantíð hava fingið klárlagt búskaparligu og politisku avleiðingarnar av nýggju ES-grundlógini, sigur Jóannes Eidesgaard og leggur afturat , at hann tí ikki skilir hvussu hetta uppskotið kann koma óvart á nakran.
Hann heldur, at Norðuratlantsbólkurin átti at havt kunnað Anfinn Kallsberg betri, áðrenn uppskotið varð lagt fram á fólkatingi.
? Teir samskifta um so nógv evni, sum koma fyri, so eg veit ikki hví teir ikki eisini hava tosað um hesa kanningina, sigur Jóannes Eidesgaard.
Spurdur, um tað ikki er hansara ábyrgd sum løgmaður at syrgja fyri at kunna samgongulimirnar um, hvørji uppskot verða løgd fram, svarar hann, at hann nokk eisini má taka ein part av vantandi samskiftinum á seg.
? Eg má bara harmast um vantandi samskifti bæði ímillum meg og Anfinn og ímillum Norðuratlantsbólkin og Anfinn, svarar løgmaður.
Hann sigur víðari, at hann týskvøldið prátaði við Anfinn Kallsberg og fekk greiði á málinum.
? Anfinn er ikki ímóti eini slíkari kanning, men hann segði, at hann ikki var kunnaður um uppskotið, sum Norðuratlantsbólkurin legði fram, greiðir Jóannes Eidesgaard frá.


Kanningarnevnd setast
Hóast meirilutin á fólktingi boðaði frá, at hann fer at atkvøða ímóti, hevur Jóannes Eidesgaard ongar ætlanir um at sleppa kanningini.
? Eg meti tað vera av størsta týdningi, at vit fáa hesa kanningina í lag. Tað segði eg í august í fjør, og tað standi eg framvegis við. Eg ætli mær at seta spurningin fram fyri grønlendingar, um vit í felag skulu standa fyri eini slíkari kanning, staðfestir Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, at ein kanningarnevnd má setast, kanska við føroyskum, grønlendskum og donskum serfrøðingum innan ES, sum kunnu vísa á politisku og búskaparligu avleiðingarnar av nýggju grundlógini.
? Tað er sera týdningarmikið við innliti í hetta málið, og og tí fara vit at arbeiða ímóti at seta ynski framaftur, staðfestir løgmaður at enda.