Løgmaður ynskir Biden til lukku

Løgmaður er vísur í, at góða samstarvið ímillum Føroyar og USA, fer at halda fram

Eisini Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur nú formliga ynskt nývalda forsetanum í USA, Joe Biden, til hjartaliga lukku við valinum.

Løgmaður vísir á, at Føroyar trúgva fult og fast upp á eitt tætt samstarv tvørtur um atlantshav, tí vit hava somu grundfatan av frælsi, fólkaræði og fríhandli. Ein burðardygg og friðarlig framtíð, við vælstandi, hevur er avgerðandi fyri okkum øll.

Løgmaður vísir eisini á, at sambandið ímllum Føroyar og USA hevur altíð verið gott og tað er styrkna hesi seinastu árini, bæð undir republikanskari og demokratiskari leiðslu í USA.

Og løgmaður hevur fult álit á, at tað góða sambandið ímillum Føroyar og USA fer at varða við  og at Joe BIden fer at halda fram at menna samstarvið ímillum Føroyar og USA.