Løgmaður hevur í dag sent Alequ Hammond lukkuynski í sambandi við, at hon í gjár varð vald til nýggjan stjórnarleiðara í Grønlandi.
Í lukkuynskinum sigur løgmaður, at hann vegna Føroya Landsstýri og føroyska fólkið ynskir henni hjartaliga til lukku við nýggja grønlendska landsstýrinum.
Eg vil eisini nýta høvi at ynskja tær og flokki tínum til lukku við tí flotta valúrslitium, sigur løgmaður, sum eisini vísir á longu felags søgu okkara, sum er sermerkt við góðum vinalag og fjølbroyttum samstarvi millum føroyska og grønlendska fólkið.
Tað er mín fasta sannføring, at lond okkara eisini í framtíðini fara at hava stórt gagn av framhaldandi at útbyggja sambond okkara og styrkja samstarvið. Eg síggi fram til eitt gott samstarv og ynski tær og stjórn tínari hepna hond í eini tíð, har Grønland stendur fyri nógvum spennandi og lovandi avbjóðingum, sigur løgmaður.,