Løgmaður: Vit hava rætt til at drepa grind

-Lat ongan iva vera um, at vit í Føroyum halda fast um rættin at gagnnýta havsins tilfeingi á burðardyggan hátt. Tað er greiða niðurstøðan hjá Kaj Leo Johannesen, sum ikki heldur tað verða neyðugt at leggja grindadrápi til viks, meðan umhvørvisfólkini eru í landinum.

Grindahvalur er ikki eitt hótt djóraslag, og vit seta djóravælferð í hásæti.


- Tá ið hvalurin verður dripin, verður lagt nógv upp fyri til tess at tað skal ganga skjótt og væl, staðfestir løgmaður.


Men løgmaður heldur samstundis, at vit skulu verja og virða talu- og skrivifrælsi.


-Vit ganga inn fyri einum opnum og fólkaræðisligum samfelag, har ið fólk hava rætt til at verða ósamd. Fólk hava rætt til mótmæla. Útlendingar eins og føroyingar. Tí eiga vit at vísa tolsemi og tiltikna føroyska gestablídni er framvegis ein dygd, ið vit eiga at fjálga um. Men tey, ið vilja mótmæla grindadrápi eiga eisini at virða tey, ið nýta sín lógliga rætt at fara í grind. Eitt er at mótmæla, men verða landsins lógir og reglur brotnar, og fremja fólk ágang á ognir og fólk, er tað ábyrgdin hjá løgregluni at taka sær av slíkum til tess at uppihalda lóg og landaskili, staðfestur Kaj Leo Johannesen.