Anfinn Kallsberg, løgmaður, er komin aftur til Føroya eftir fyrsta
samráðingarfundin við danir, og er aftur til arbeiðis í Tinganesi. Og tað var ein sera vónbrotin løgmaður vit fingu orðið á.
- Eg eri sera vónbrotin av, at fyrsta umfarið av samráðingunum skuldi ganga soleiðis sum tað gjørdi, tí hatta var ikki tað, sum avtalan var frammanundan. Vit høvdu eina greiða avtalu við stjórnina um, at vit skuldu leggja uppleggið fyri teir og síðani skuldu vit av-talað gongdina framyvir. Kortini lat stjórnin upp-lýsingar um tøl leka út til pressuna, og tað hoyrir ongastaðni heima, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann sigur, at tað var ein sera keðiligur andi yvir samráðingunum, tí tað var beinanvegin føroyingum greitt, at danir vóru fullkomiliga
líkaglaðir við ynski føroyinga.
- Teir høvdu gjørt sína støðu upp frammanundan, og tí var einki at tosa um. Teir hava gjørt ríkisfelagsskapin til ein spurning um pengar og tað var ikki meiningin, sigur løgmaður.
Undir samráðingunum varð landsstýrið presenterað fyri eini útrokning, sum vísir, at føroyingar kosta dønum 1,9 milliard, og tá hava danir enntá roknað føroyingar búsitandi í Danmark við í uppgerðina.
- Men vit sluppu ongantíð at síggja hesa útrokningina, sigur Anfinn
Kallsberg.
- Stjórnin spældi út við, at vilja vit vera verandi undir donskum
harradømi, so kundu vit halda fram, sum nú, men halda vit fram í
ríkisfelagsskapinum, so kunnu vit bara fara, og tað haldi eg er ótrúliga fýrakantað.
Løgmaður vísir á, at danski forsætisráðharrin javnan hevur tosað um
»gensidig respekt«, men at henda virðing ikki var til at fáa eygað á
fríggjadagin. - Tað gjørdist okkum greitt beinanvegin, at vit gerast
gíðslar í donskum innanríkispolitikki, og tí skal hann gevast við at
tosa um »gensidig respekt«. Tí tað er bara ein táta, sigur ein vónbrotin løgmaður.
Anfinn Kallsberg sigur annars við Sosialin, at hann skilur ikki ta
donsku støðuna. Danir eru annars kendir fyri, at vera teir fyrstu at
geva londum hjálp til sjálvhjálp og tað, sum vit bóðu um var, at vit
leggja broytingartíðina til rættis á ein skilagóðan hátt, men tað hevur víst seg, at tað vilja danir ikki.
Løgmaður leggur afturat, at tað ikki verður upp á tal, at fara at
broyta uppleggið til at liggja nærri upp at teimum hjá andstøðuni, tí tað ber heilt einfalt ikki til.
Har verður tosað um tvey ymisk fyribrigdið - fólkarættarliga og
statsrættarliga - og teimum er stóru munur á.
Hóast misskiljingarnar, so eydnaðist tað kortini landsstýrinum at fáa gjørt eina avtalu um framhaldandi samráðingar og tað verður við føroyska upplegginum, sum grundarlag.
- Tað var tað vit fóru eftir, so í so máta kunnu vit vera nøgd. men vit fingu nakað meir enn vit ætlaðu og sum ikki er dønum til sóma.










